Líkt er til, at skaðin, sum Chelsea-málverjin fekk í gjár, ikki er heilt so álvarsligur, sum tað av fyrstan tíð tóktist. Cech varð skiftur út í 2-1 tapinum hjá Chelsea móti Inter í gjár, og tað tóktist, sum var talan um álvarsligan knæskaða, eftir at hann einsamallur lendi skeivt, tá hann hevði loftað einum innleggi. Við enskar miðlar sigur venjari hansara, Carlo Ancelotti, at skaðin kanska ikki er heilt so álvarsligur, sum av fyrstan tíð. - Vit vita ikki heilt, hvussu álvarsligt tað er. Í løtuni bíða vit, tí knæið skal kannast einaferð afturat. Enn vita vit ikki, nær hann verður tøkur aftur. Men kanska verður tað leygardagin, og kanska ikki, segði Ancelotti í gjárkvøldið.