Cavendish fyri fjórðu ferð

Eingin kundi fylgja bretska sprintaranum Mark Cavendish, tá Tour de France-súklararnir komu á mál eftir 15. umfar seinnapartin. Málið var í stórbýnum Montpellier, og hóast fleiri av teimum vanligu sprintarunum lógu framvið, kundi eingin raka Cavendish.

 

Hetta er tann fjórði sigurin hjá HTC Highroad-súklaranum í ársins Tour de France og hansara 19. í Tour de France yvirhøvur.

 

Kappingin í dag broytti einki har frammi, og fransmaðurin Thomas Voeckler er tí framvegis í teirri gulu troyggjuni.