Rel Madrid aktuelli Edison Cavani droymir um at spæla fyri eitt oddafelag, men noktar fyri, at familjan veit nakað um sína framtíð.
Tað skrivar norska blaðið vg.nett.
Tað eru skjótt tvær vikur síðani, at pápi hansara segði, at Cavani ynskti at spæla fyri Real Madrid, og tað setti ferð á søgurnar um, at Napoli áleyparin var á veg til Spania. Men í einari samrøðu við spanska blaðið, Marca, noktar Edison Cavani ta søguna.
- Eg havi biðið familju mína túsund ferðir um vinarligast at gevast við at tosa um meg, tí tað skaðar meg, sigur Cavani viið blaðið.
- Eg eri sáttmálabundin við Napoli, og um einaferð tað uppstendur ein møguleiki, so fáa vit at síggja. Eg fari at seta meg niður við forsetanum í felagnum og avgera framtíðina saman við honum, sigur Cavani.
Men tá papin, Luis Cavani, tosaði við miðlarnar um Real Madrid, tóktist ikki at vera ivi um, hvar sonurin endaði.
- Hann ætlar sær at spæla fyri Real Madrid. Hann er spentur og vónar, at alt gongur í lagi, segði Luis Cavani við Sky Sports.
Men heima í Napoli sigur egna radiostøðin hjá felagnum, at Chelsea er vorðið samt við Napoli um ein prís fyri Cavani.
- Vit hava hoyrt eina sera álítandi keldu siga, at Napoli er samt við Chelsea um eina avtalu fyri Cavani, sigur Radio Marte.
Kostnaðurin skal liggja um 500 millionir krónur, men enska blaðið, The Independent, skrivar, at feløgini bert samráðast.
Sambært blaðnum skal Chelsea liggja framman fyri Manchester City og júst Real Madrid í Cavani-røðini. Spælarin sjálvur útilokar einki.
- Real er ein av bestu feløgum í heiminum, men tað fyriliggur eingin avtala. Tá vit vóru børn droymdu vit um at spæla í feløgum sum Real Madrid og Barcelona, men beint nú eri eg í Napoli og eri errin av at vera her. Fari eg ein dag, verður tað fyri at spæla i einum størri felag, sigur Edison Cavani.