Castro væl fyri

Alt bendir á, at USA fer at seta handilstiltøkini ímóti Kuba úr gildi Nakrir amerikanskir politikarar, sum hava verið í Kuba og tosað við kubansku leiðararnar, fingu eisini høvi til at skifta orð við fyrrverandi leiðaran Fidel Castro, sum fór frá í 2006.

Ein av teimum amerikonsku politikarunum, Barbara Lee, sigur, at Castro sá út til at hava tað gott og var næstan líka íðin sum í gomlum døgum.

Tað almenna málið hjá teimum sjey amerikonsku kongresslimunum var at tosa við núverandi kubanska leiðaran, Raúl Castro, um viðurskiftini millum USA og Kuba. Barrack Obama, forseti, hevur sagt, at hann fer at seta handilstiltøkini ímóti Kuba úr gildi. Barbara Lee sigur, at Raúl Castro var fegin um ætlanina hjá Obama.