Castro stillar ikki uppaftur

Kubanski leiðarin seinastu 47 árini stendur ikki á atkvøðuseðlinum, nú val verður í Kuba í januar

Tá kubansku valhølini lata upp um morgunin tann 20. januar næsta ár, fáa veljararnir ein atkvøðuseðil, sum víkir frá tí, sum tey eru von við. Tí fyri fyrstu ferð í meiri enn 45 ár er eingin Fidel Castro millum valevnini.

 

Fyrrakvøldið boðaði kubanska stýrið frá, at val verður til tjóðartingið tann 20. januar næsta ár. Samstundis varð kunngjørt, at tann 81 ára gamli Fidel Castro stillar ikki uppaftur. Einki varð sagt um orsøkina, men Castro hevur havt ringa heilsu í seinastuni, og tí hevur yngri bróðir hansara, tann 76 ára gamli Raúl Castro, røkt forsetaembætið teir seinastu mánaðarnar.

 

At Fidel Castro ikki stillar upp merkir, at hann kann ikki halda fram sum forseti, tí sambært grundlógini skal forsetin vera valdur tjóðartingslimur. Eftir skipanini verða 31 tinglimir valdir í eitt serligt stjórnarráð, sum síðani skipar seg við forsetanum sum ovasta leiðara.