Castro í sjónvarpinum

Fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár var fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro í almenna sjónvarpinum í gjárkvøldið, men orðalagið var at kalla tað sama sum fyrr. Tann 83 ára gamli Castro vildi vera við, at USA øsir heimin upp, og at at tey spentu viðurskiftini við Iran og Norðurkorea kunnu enda við einum kjarnorkukríggi. Tann gamli leiðarin vildi eisini vera við, at tað var ikki Norðurkorea, sum søkti eitt suðurkoreanskt herskip í vár, men harafturímóti USA.

Í samrøðuni, sum vardi meiri enn ein tíma, viðgjørdi Castro fleiri evni so sum amerikonsku verjufíggjarlógina og kinesiska stuðulin til Kuba. Harafturímóti varð einki sagt um, at kubansku myndugleikarnir hava gjørt av at lata 52 politiskar fangar leysar. Avgerðin er tikin eftir samráðingar við ta katólsku kirkjuna og sponsku stjórnina.

Kubanar hava ikki sæð nógv til tann gamla leiðaran, síðani hann varð lagdur undir skurð á sumri í 2006. Tvey ár seinni lat hann bróðurin Raul Castro taka við sum forseti, men Fidel er framvegis formaður í kubanska kommunistaflokkunum.