Hóast Fidel Castro ikki hevur dult fyri, hvat av teimum báðum forsetavalevnunum hann heldur meiri av, vildi hann ikki siga, hvønn teirra hann styðjaði.
Í einari grein í floksblaðnum Gramma skrivar Castro, at hvørki av forsetavalevnunum leggur stórvegis í trupulleikarnar úti í heiminum, men at teir bara stríðast um at sleppa at stýra tí sjúka og ránshugaða USA, sum hann tekur til.
Kortini kemur fyrrveranbdi kubanski leiðarin til ta niðurstøðu, at Obama er uttan iva vitugari, meiri mentaður og sinniligari enn tann republikanski kappingarneytin. Um tann 72 ára gamla McCain skrivar hann, at hann er gamal og krígshugaður, ikki serliga vitugur og hevur harafturat vánaliga heilsu.
Fidel Castro, sum sjálvur er 82 ára gamal, fór úr kubanska forsetaembætinum fyrr í ár orsakað av heilsuávum. Bróðurin Raúl Castro tók við.










