Castro ikki nøgdur

Fidel Castro mælir Barrack Obama til at seta handilstiltøkini ímóti Kuba úr gildi Fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro er ikki nøgdur við tey stig, sum Barrack Obama, forseti, hevur tikið fyri at bøta um viðurskiftini millum tey bæði grannalondini.

Obama hevur givið kubanum í USA loyvi at fara til Kuba at ferðast og at senda skyldfólki og vinum í Kuba pengar, men sambært Castro er tað ikki nóg mikið. Í einari blaðgrein skrivar tann gamli leiðarin, at handilsbannið er tað, sum nívir mest, og hann mælir Obama til at taka tað av.

Obama hevur hinvegin sagt, at handilsbannið verður ikki tikið av, fyrr enn ymisk viðurskifti í Kuba, so sum mannarættindini, koma í rættlag.