Castro gevst

Fidel Castro hevur sagt forsetaembætið í Kuba frá sær Fidel Castro hevur ikki virkað sum forseti tað seinasta árið orsakað av trupuleikum við heilsuni, og nú hevur hann so boðað frá, at hann fer ikki aftur í embætið.

Tað siga kubanskir fjølmiðlar og siga seg hava tíðindini frá einum talsmanni hjá stjórnini.

Fidel Castro varð annars afturvaldur í tjóðartingið herfyri, og tá varð roknað við, at hann fór at stilla upp til forsetaval eina ferð afturat.

Fidel Castro kom til valdið í Kuba fyri 49 árum síðani.