Casper funnin deyður

Eitt lík bleiv funnið í havnini í Aalborg ? sambært løgregluni er tað tann 16 ára gamli drongurin, sum hevur verði saknaður í nakrar dagar. Løgreglan hevur funnið lyklar og telefon hjá tí 16 ára gamla dreinginum, sum bleiv funnið í Aalborg

 

Tað er talan um tann dreingin, sum bleiv burtur, upplýsir Varapolitileiðari Marianne Vestergaard-Lau frá Nordjyllads politi.

 

- Vit hava funnið ein drong, sum er líkur á aldri,bygnaði og í klæðum við Casper, sum vit hava saknað.

 

- Líkið skal sjálvandi kannast, men tað er næstan vist, at tað er hann, sigur Varapolitileiðarin Marianne.

 

Tann 16 ára gamli Casper Sørensen hevur verið burtur, síðan hann bleiv burtur á einari floksveitslu síðsta leygardag.

 

Síðan tá er tað blivið leitað eftir honum á landi, havið og úr luftini. Uttan eydnu.

 

Inntil nú ...

 

Løgreglan heldur ikki, at tað hevur verið ein brotsgerð, men heldur, at tað hevur verið eitt óhapp.

 

Skrivað hava Ásleyg Súnadóttir og Kristvør Andreasen, starvspraktikantar hjá Miðlahúsinum.