Kendi spanski málverjin, 37 ára gamli Iker Casillas, er í dag innlagdur á sjúkrahús við hjartatilburði. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott og tað er tamarhald á støðuni, boðar felagið hjá honum, FC Porto, frá.
Iker Casillas var í nógv ár ein ímynd av bæði Real Madrid og spanska landsliðnum. Hann vann tríggjar ferðir Champions League við Real Madrid, og hann var liðskipari, tá Spania vann HM í 2010. Hann spælir í dag við FC Porto í Portugal.
##med2##
Sagt verður, at Iker Casillas var á venjingarstøðini hjá FC Porto, tá hendingin fór fram. Hann bleiv koyrdur á sjúkrahúsið, har hann nú hevur tað gott, men kemur helst ikki at spæla aftur í hesum kappingarárinum.












