Í 1984 gjørdi countrysangarin Johnny Cash upptøkur í Nashville. Ætlanin var, at plátufelagið Columbia skuldi geva tónleikin út, men plátufelagið trúði ikki rættiliga upp á sangirnar hjá Cash, og tí vórðu upptøkurnar lagdar til viks.
Miðskeiðis í áttatiárunum hevði Johnny Cash havt sína fyrstu stórtíð, og hann var eitt sindur á síðulinjuni hesi árini. Í 1990’unum kom hann rættiliga fyri seg aftur sum coutrynavn, og Cash var væl fyri og sang á høgum stigi líka fram til deyðan í 2003.
Nú verða tær gomlu upptøkurnar hjá Johnny Cash frá 1984 givnar undir heitinum Out Among The Stars, og Cash er rættiliga væl upplagdur á sangunum, sum Billy Sherrill framleiddi.
Eingin av teimum 12 sangunum á útgávuni hava verið útgivnir áður, og fyri tey, sum hava áhuga í Cash, er nýggja, gamla útgávan sum at fáa ein heilsan úr fortíðini.
Out Among The Stars kom út týsdagin.