Casablanca kvøld í Rex

Nú verður møguleiki at uppliva Casablanca-tíðina aftur frá 1996 til 2001, tá Mouldi var tann strangi duravørðurin, Petur Slyne, Regin Egholm, Magnus Zachariasen, Eyðfinn Drewsen og aðrir løgdu fløgur á, fittir barrvørðar vóru í barrini og sera góð fólk og gott lag á dansigólvinum.

 

Rex skipar saman við høvuðsfólkunum handan Casablanca, fyri stórum Casablanca kvøldið í Rex, leygarkvøldið 5. November.

 

Tiltakið byrjar kl. 20.00 við vælkomstdrykki, matskrá við trimum rættum og undirhaldi. Á midnátt og fram til klokkan 04 verður 90’ara diskotek við eitt nú Petur Slyne, Regin Egholm og øðrum, sum fara at venda plátur.

 

Til ber at keypa atgongumerki til alt kvøldið við mati, undirhaldi og dansi fyri 350 krónur. Tað ber eisini til at keypa atgongumerki til dansin, sum byrjar á midnátt. Kostnaðurin fyri atgongumerkið til dansin er 150 krónur, og tá er íroknað ein vælkomstdrykkur og okkurt lætt til matna. Tað er avmarkað pláss til borðhaldið og dansin. Atgongumerkini eru til sølu hjá

Vivann Hárfríðkan í Havn, Salong McGavin og á kunningarstovuni í Havn.

 

Fyrireikarar siga, at hetta kvøldið verður júst sum vit minnast Casablanca. Mouldi stendur í hurðini, og tekur avgerð um hvør sleppur inn og hvør ikki sleppur inn, so týdningarmikið er at minnast til at lata seg hóskandi í.

 

Les meira á facebooktiltakinum : www.facebook.com