Í gjár kom danska Cartilago kórið til Føroya. Føroyingar eru við í kórinum, ið hevur fleiri konsertir í Føroyum næstu dagarnar. Cartilago kórið er sett saman av starvsfólki á Frederiksberg Hospital. Føroyingar eru við í kórinum og tveir føroyingar eru við á ferðini til Føroya, og teir eru Anna Guttesen og Vivian Sundstein.
Í dag fer kórið í Heystoynna at syngja í Klæmintsgjógv. Mikudagin klokkan 15 syngur Cartilago á Landssjúkrahúsinum og hósdagin klokkan 15 syngur kórið í kaffistovuni í Norðurlandahúsinum.
Hóskvøldið klokkan 19:00 skipar kórið fyri sangløtu á Háskúlanum, har kórið eisini heldur til á ferðini í Føroyum. Øll eru vælkomin á Háskúlan at taka lut í sangløtuni.
Leygardagin klokkan 14:00 er Cartilago kórið við, tá Jóansøkan verður sett í Vági.
Kórið syngur gamlar danskar og norðurlendskar vísur, umframt okkurt meira nútímans. Hetta er onnur uttanlandaferðin hjá kórinum, sum áður hevur vitjað í Malaysia.
Lise Ellevang stjórnar Cartilago kórinum.