Carragher takkar fyri seg

Liverpool spælarin hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasta kappingarár sum yrkisfótbóltsspælari. Hann hevur samanlagt spælt næst flestar dystir fyri Liverpool.

 

Jamie Carragher er í 35 ár og tað gongur strilti at pláss á liðnum hjá Liverpool. Í 16 ár hevur hann verið partur av besta liðnum og hevur spælt yvir 700 dystir, men nú hevur hann tikið avgerð um at gevast sum fótbóltsspælari, sigur hann við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

Hann er ein miðverji av gamla slagnum, sum ikki er bangin fyri at tveita seg í taklingar og koma í hornatøk við teir størstu og bestu í heiminum.

 

Sum bara 16 ára gamal var hann í Føroyum til U16 landsliðskapping. Í oktobur mánaði í 2011 fingu 96 føroyingar høvið at hitta Jamie Carragher í samband við túr til Liverpool.

 

Her geiddi hann millum annað frá, at hann mintist at allir vøllinir vóru graslíki, men at hann ongi sár fekk av at tveita seg, tí hann var áleypari tá.

 

Samrøðan kann hoyrast undir greinini. Tað er nokk í so nógv sagt, at prátið er á enskum. Meira er talan um føroyingar, sum royna at tosa enskt, meðan Jamie Carragher svarar aftur við sterkari scouse-dialekt, ið er dialektin í Liverpool.