Stór leikarainnkeyp vórðu framd undan hesum kappingarárinum, og stórar vónir vóru settar til Liverpool. Men tað hevur als ikki gingið eftir vild, og nú hevur royndi verjuleikarin hjá felagnum, Jamie Carragher, mist vónina.
- Í veruleikanum eru vit útslignir úr kappingini um meistaraheitið. Arsenal og Manchester United sita við róðrið, og nú vera vit noyddir at halda eyguni við Everton, Manchester City og Aston Villa, segði Jamie Carragher við ensk tíðindabløð eftir dystin móti Chelsea í gjár, sum endaði málleysur.
Tað eru hesi trý feløgini, sum Liverpool í løtuni kappast við um fjórða plássið. Tráanin eftir fjórða plássinum er serliga neyðug, tí hetta plássið tryggjar atgongd til Champions League. Everton liggur í løtuni nummar fýra, meðan Liverpool, Manchester City og Aston Villa øll eru í hølunum á teimum við trimum stigum færri.









