Caroline trygt víðari

Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, fekk Caroline Wozniacki tað heilt stóra og góða spælið fram í seinna setti móti Daniela Hantuchova frá Slovakínum.

 

Tað leikti javnt á í fyrra setti, har Wozniacki breyt servuna hjá Hantuchova í fyrsta gami. Men slovakin breyt aftur, og so fylgdust tær fram til 3-3, tá Wozniacki aftur breyt, og hesaferð helt danin serv til 5-3. Eftir at Hantuchova helt serv til 5-4, kundi Wozniacki serva settið heim, 6-4.

 

Í øðrum setti byrjaði danski áttarin á heimsstyrkilistanum við reinum uppvísningi, sum SVF eisini vísti føroyingum. Hon streyk á odda 4-0, áðrenn Hantuchova fekk loyvi at spæla við. Líka nógv, tí Wozniacki ikki longur var so konsentrerað.

 

Settið endaði 6-2, og nú skal Caroline so upp móti einum av teimum tungu damunum í tennis: Serena Williams. Og tað er bæði gott og ringt, tí sjálvt um Williams vann Wimblodon í ár, so er tað eisini í ár, at tað hevur eydnast Caroline Wozniacki at vinna á Serenu Williams.