Carlton-málið púrasta fastlæst

Limirnir hjá Fiskimannafelagnum, sum vóru við Carlton, fáa onga krónu, nú teir eru raktir av mynstringarbanni, hvørki frá reiðarínum, ei heldur felagnum

Carlton-málið

 

Framvegis røkist einki fyri, at teir seks limirnir hjá Fiskimannafelagnum, sum vóru við pelagiska skipinum Carlton, sleppa umborð aftur í bræði.

Mynstringarbannið hjá felagnum mótvegis skipinum stendur framvegis við og menninir, sum nú hava verið í landi – og uttan inntøku – í einar 5 vikur, duga ikki at síggja, at nøkur gongd er í málinum.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur fast um, at skipið skal sigla eftir ídnaðarsáttmálanum, sum gevur 27% til manningina, meðan reiðarin heldur upp á, at skipið ber so nógv frá teimum gomlu ídnaðarskipunum, at hesin prosentsatsur er ov høgur.

Reiðarin hevur tí skotið upp, at millumverandi verður avgreitt í rættinum, at partarnir hyggja frameftir, og at Carlton frameftir sleppur at sigla við einum manningarparti svarandi til 23,24%.

Meðan stríðið stendur millum FF-formannin og reiðaran, missa dekkarar inntøku, tí hvørki reiðaríið, ei heldur felagið rindar teimum eina krónu, meðan arbeiðssteðgur er.

Við skipinum eru navigatørar og maskinmenn, og hóast bæði Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hava heitt á sínar limir um ikki at taka upp arbeiði hjá limum FF’s, sum eru í landi, siglir Carlton framvegis.

Á heimasíðunum hjá báðum hesum feløgum lýsa tey við, at “noktað verður limum at taka upp arbeiði, sum er rakt av mynstringarbanni…”

FSN lýsti hesa fráboðan 19. mars og Maskinmeistarafelagið 21. mars.

Tað seinasta nýggja er, at fundur verður í morgin millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um Carlton-málið.