Pelagiska skipið Carlton var Fiskimannafelagnum ein beiskur biti, sum formaðurin tók til í ársfrágreiðing á landsfundi í morgun.
– Støðan umborð var hon, at manningin ikki orkaði ta viðferð, sum teir fingu frá reiðarínum, sum heilt opinlýst breyt sáttmálan. Reiðarin, sum í veruleikanum bara ger tað, sum norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, gevur honum boð um, var alment frammi og segði, at hann var greiður yvir, at reiðaríið hevði brotið sáttmálan við FF.
Jan Højgaard segði í morgun, at málið snúði seg bæði um sáttmálabrot og lógarbrot í fleiri førum. Málið varð tískil bæði meldað til fútan og Skipaeftirlitið.
– Men til stóra undran fyri tey sum hildu, at vit hava rættartrygd í Føroyum, gjørdu hvørki fútin ella Skipaeftirlitið nakað sum helst við málið.
Felagsformaðurin segði seg vóna, at slíkt ikki endurtekur seg aftur.
– Málið er so upplagt, at vit ikki kunnu tapa tað í rættinum – uttan at okkurt ólógligt verður nýtt ímóti okkum, segði Jan Højgaard










