Tær hava ferðast USA upp og niður, og nú sleppa føroyingar eisini at hoyra tær vælsyngjandi gopselsystrarnar Systrarnar Vanja, Laila og Barbara hava undir navninum The Carlsens ferðast víðahvar í USA og sungið til stór kristiliga tiltøk og annað. Vælsyngjandi kvinnurnar úr Havn hava sett tíð og orku av til tónleikin í USA, og væl hevur gingist teimum í hond.
Tey hava spælt fyri túsundtals fólkum kring alt USA, og framførslur hava verið á so mætum støðum sum Madison Square Garden, sum verður roknað sum eitt tað fremsta konsertstaðið í heiminum.
Stjørnudrúss í USA verður í summar avloyst av meira heimligum umhvørvi, tá ið Carlsen systrarnar savnast aftur í Føroyum og fara at syngja á Summar Festivalinum.
Tá ið tað snýr seg um góðan føroyskan gospeltónleik, so verður tað ikki nógv betur enn The Carlsens, og eftir eina spennandi tíð í USA, sleppa evnaríku systrarnar aftur at framføra fyri føroyingum.