Eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum á Summar Festivalinum hesaferð er Carlsen.
Tað eru systrarnar Vanja, Laila og Barbara, sum manna bólkin saman við manninum hjá Barbaru, Noah Chaparro.
Carlsen systrarnar syngja gospel á altjóða stigi. Tær hava ferðast víðahvar í USA, og nú fara tær at syngja á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð.
Carlsen systrarnar eru kendar sum framúr góðir sangarar, og tær hava verið við á útgávum, sum familjan hevur tikið stig til. Tær sungu longu sum smágentur, og síðani tær blivu vaksnar hava tær rættiliga verið á ferð við tónleikinum. Í árunum frá 2007 til 2009 ferðaðust tær í USA við tónleikum, og tá sungu tær í 55 ymiskum býum í 20 statum, og tær vóru eisini at síggja og hoyra á sjónvarpsrásum sum GOD Channel, Daystar, CTN og TBN.
Framførslan á Summar Festivalinum verður tann fyrsta hjá teimum, síðani tær komu heimaftur til Føroya.
Noah Chaparro, ið syngur saman við teimum, er giftur við yngstu systrini, Barbaru.










