Tað hevur leingi ljóðað, at danska bryggjaríið Carlsberg A/S skuldi vera nýggjur sponsorur hjá FC Keypmannahavn, og fyrr í vikuni varð váttað, at FCK hevur gjørt eina sponsoravtalu við heimskenda bryggjaríið.
Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá øllum, og allarminst hjá Divisionsforeningen og hjá bryggjaríbólkinum Faxe, sum er høvuðsstuðul hjá sjálvari superliguni, sum jú eisini eitur Faxe Kondi ligaen.
Kortini bendir tað mesta á, at komið verður fram til eina semju millum partarnar, so FCK í framtíðini ikki fer at lýsa fyri skrivstovuinnbúgv frá Kinnarps, men í staðin skal hava lýsing fyri veikt øl frá Carlsberg á búnunum hjá sær.
? Vit hava á ongan hátt ætlanir um at gera okkum inn á avtaluna millum Divisionsforeningen og Bryggerigruppen. Tí hava vit longu sett okkum í samband við Divisionsforeningen fyri at fáa møguligar ósemjur av vegnum, sigur FCK-stjórin Flemming Østergaard við danskar fjølmiðlar.
Og stjórin í Divisionsforeningen, Claus Rode Jensen, sigur:
? Vit eru sinnaðir at fara undir eitt skilagott orðaskifti og vóna at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við.
Ein víðkan av
núverandi samstarvi
Sponsoravtalan millum FCK og Carlsberg kemur í gildi frá 1. juli í ár og fýra ár fram. Avtalan er ein víðkan av tætta samstarvinum, sum longu er millum partarnar, millum annað við at Carlsberg selir sínar vørur í Parkini.
Høvuðssponsoravtalan inniber millum annað, at Carlsberg á leikarabúnunum hjá FC Keypmannahavn fær møguleika fyri at lýsa við sínum veika øli, sum kemur á marknaðin í summar, at Carlsberg verður einasti útvegari av øli og øðrum drykkjuvørum til Parkina (herundir eisini Coca-Cola vørur), og at samstarvið um ta sonevndu Carlsberg-tribununa heldur fram.
Flemming Østergaard sigur um nýggju avtaluna:
? Vit í FC Keypmannahavn eru sera fegin og errin um hesa avtaluna, sum er tann størsta í søguni hjá felagnum og við eina av heimsins kendastu og mest virdu fyritøkum. FC Keypmannahavn gleðir seg og er sera spent upp á samstarvið.
Og undirstjórin í Carlsberg, Steen Jespersen, sigur:
? Carlsberg fer í summar at senda eitt heilt nýtt, alkoholveikt produkt á marknaðin, og vit síggja sponsoravtaluna við FC Keypmannahavn sum eitt einastandandi høvi at gera vart við okkara nýggju vøru. Carlsberg hevur eina langa traditión fyri at stuðla bæði donskum og altjóða fótbólti, og vit síggja fram til samstarvið við FC Keypmannahavn, sum er eitt væl rikið felag við stórum møguleikum.
Carlsberg hevur fyrr verið høvuðsstuðul hjá danska landsliðnum, og í løtuni er fyritøkan eisini høvuðssponsorur hjá eitt nú enska felagnum Liverpool FC.