Carlsberg svarar nú aftur russiska stýrinum og Putin forseta, eftir at bryggjarísamtakið í summar misti valdið á russiska dótturfelag sínum, Baltika Breweries.
Felagið hevur nú givið Baltika-leiðsluni boð um, at lisensavtalan, sum millum annað gevur Baltika møguleika at selja og framleiða Carlsberg øl, er uppsøgd frá 1. apríl næsta ár.
Tað sigur aðalstjórin í Carlsberg, Jacob Aarup Andresen við Danmark Radio.
Avtalan umfatar ikki bert Carlsberg-brandið, men eisini øll vørumerki, sum samtakið eigur.
Uppsøgnin er sum nevnt ein avleiðing av dekretinum, har Russlan í veruleikanum tók yvir leiðsluna av og eftirlitið vði Baltika Breweries.
Áðrenn hevði Carlsberg longu gjørt eina avtalu um sølu av Baltika Breweries, men tað eydnaðist ikki at fremja hana, fyrr enn russiski staturin legði uppí.
Formliga er bara talan um eina fyribils skipan, men tað er ikki settur nakar dagur á, næar Carlsberg í møguliga kann fáa valdið aftur á felagnum.
Nýggi aðalstjórin í Baltika-bólkinum eitur Taimaruaz Bolloev og hevði sama starv frá 1991 til 2004.
Hann er sambært Financial Times gamal vinur hjá Vlademir Putin.
Carlsberg ikki einasta felag í versturheiminum, sum er tjóðartikið, eftir at Russland leyp á Ukraina.
Eisini meijarírisin Danone hevur mist valdið á sínum russiska virksemi.
/ritzau/