Carlsberg klárar seg væl í Kina

Bryggjaríið Carlsberg væntar sær nógv, fáar dagar fyri, at felagið fer at leggja fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing.

Talan er um vøkstur í Kina og Vesturevropa, sum mánadagin fekk bryggjaríið itl at boða frá einum tveysifraðum vøkstri fyri alt árið.

Fyrr roknaði felagið við einum vøkstri upp á millum sjey og níggju prosent. Carlsberg upplýsti ikki, hvat tað merkir í krónum og oyrum.

Tann óvæntaða góða sølan á tveimum kjarnumarknaðum eru helst meira enn nóg mikið til tess at viga ímóti lakara vinningi enn væntað í Russlandi, skrivaði Carlsberg í eini fráboðan til virðisbrævamarknaðin.

Carlsberg leggur fram roknskapin hósdagin.

 

/ritzau/