Seinastu dagarnar hevur formaðurin í Ny Carlsbergfondinum, Karsten Ohrt, vitjað í Føroyum og keypt fleiri listaverk eftir føroysk listafólk.
Um ólavsøkuleitið er nógvar framsýningar, og tað tykist, sum hevur Karsten Ohrt gjørt sær dælt av hesum. Hann hevur verið á gátt bæði í Steinprent og til framsýningina hjá Jón Sonna Joensen í iNova, og sambært blogguni hjá Kinnu Poulsen hevur hann keypt listaverk bæði støðini.
Jón Sonni Joensen váttar á facebookvanganum hjá framsýningini, at Ny Carlsbergfondurin hevur keypt seks, ella kanska sjey, av listaverkunum, sum hann sýnir fram í framsýniningini Viscera Construct í iNova á Hálsi, meðan Jan Andersson í Steinprent váttar fyri Kinnu Poulsen, at fondurin hevur keypt fleiri verk hjá Rannvá Kunoy.
- Hetta er ein stórur heiður og eg royni framvegis at fata, júst hvat er hent, sigur Jón Sonni Joensen sjálvur.
- Eitt innkeyp frá NCF er eitt slag av dygdarmerki og tí hevur slík søla størri týdning enn bara fíggjarligan vinning. Eg hugsi, at øll tey, sum vara av føroyskari list kunnu fegnast, tá tað gongur okkara listafólkum væl, skrivar Kinna Poulsen á bloggu síni.
Bryggjarin Carl Jacobsen og kona hansara Ottilia settu grunnin á stovn í 1902 at virka danskari list til frama. Fondurin hevur áður keypt føroyska list.