Carlsberg hevur kært til russisku stjórnina

Carlsberg hevur framvegis ikki ræði á russiska handilsbeini sínum, eftir at Putin tók ræðið

 

Tað kom sum ein hvøkkur fyri danska bryggjarísamtakið Carlsberg, tá russisku myndugleikarnir tóku fyribils ræðið á russiska handilsbeininum, Baltika Breweries, í einum kravboðum frá forsetanum í juli.

Tað skrivar Carlsberg í hálvársroknskapi sínum.

Carlsberg hevur framvegis ikki ræði á russiska partinum av virkinum, og meðan samtakið kannar allar møguleikar fyri at verja »virðið« á virkinum, hevur Carlsberg kært til russisku stjórnina.

– Carlsberg hevur handlað í tráð við lokalar reglar og fyriskipanir í Russlandi og hevur mótmælt til russisku stjórnina um hetta sera óvæntaða og órættvísa stig, skrivar bryggjarísamtakið í hálvársroknskapinum.

Carlsberg boðaði í juni frá, at ein avtala um at selja russiska partin av virkseminum var undirskrivaður.

Handilin hevði ta treyt, at neyðugar góðkenningar komu í hús. Tí kundi Carlsberg ikki upplýsa, nær handilin endaliga skuldi gjøgnumførast.

Ein mánað eftir skrivaði russiski forsetin, Vladimir Putin, eitt dekret, sum merkti, at Baltika Breweries fyribils var sett undir vald hjá statinum.

Stutt eftir boðaði Carlsberg frá, at tað var óvist, hvat tað merkti fyri søluna av Baltika Breweries. Tað leggur bryggjarísamtakið framvegis dent á í seinasta hálvársroknskapinum í dag.

– Vit vilja halda fram við at kanna støðuna og meta um allar møguleikar, eisini løgfrøðilig stig, og virka fyri at verja okkara aktiv og virðið av okkara forrætning, stendur í roknskapinum.

/ritzau/