Carlsberg fær dumpikarakter fyri virksemi í Russlandi

Danska bryggjaríið Carlsberg fær lægsta karakter frá Yale, sum hevur gjørt lista við virkjum, sum hava ella hava havt virksemi í Russlandi.

 


Tað gongur væl hjá Carlsberg í Russlandi. Felagið hevði í fjør eitt yvirskot upp á 1,9 milliardir krónur bara í Russlandi. Til samanberingar hevði felagið eitt hall í Danmark upp á 300 milliónir krónur.

Heldur verri gongur, um vit hyggja eftir staðseting á listanum við virkjum við virksemi ella sum áður hava havt virksemi í Russlandi.

Tað skrivar danska blaðið B.T.

Yale University hevur gjørt listan, sum eitt størri lið av serfrøðingum við støði í fíggjarligari greinin, búskapi, roknskapi, strategi, stýring og geopolitikki, sum halda vakið eyga við øllum virkjum, sum hava rikið ella reka virksemi í Russlandi.

Og her fellur hamarin fyri Carlsberg, sum fær átekning fyri at vera ov drálandi og keypa sær tíð at koma út úr Russlandi.

Carlsberg boðaði í fjør frá, at tey fóru úr Russlandi og fóru at selja virksemið í Russlandi. Men nú næstan eitt ár seinni er Carlsberg framvegis í Russlandi.

Byggivirkið fær eitt D á karakterlistanum hjá Yale, sum er sami karakterur, sum Ecco og Rockwool hava fingið. Carlsberg hevði áður eitt A, sum merkir, at tey eru farin langt niður á listanum.

Carlsberg roynir tó enn at sleppa burtur úr sínum virksemi í Russlandi.

 

##med2##

– Eg vil fegin gera greitt, at vit fara úr Russlandi. Punktum. Men tilgongdin er trupul, tá tú ert eitt so stórt virki sum Carlsberg í Russlandi við átta bryggjaríum og 8400 starvsfólkum. So tað tekur tíð, sum eisini sæst aftur í nýggju staðsetingini á listanum hjá Yale, sigur alheims samskiftisstjórin hjá Carlsberg, Tanja Frederiksen, við B.T.

Allur listin kann síggjast her her.