36 ára gamli Roberto Carlos, sum í fleiri ár hugtók fótbóltsheimin við knallhørðu fríspørkum sínum og offensivum raidum frá bakkinum, vil nú aftur sleppa at spæla fyri Real Madrid. Somikið gjarna vil hann aftur til felagið, at hann hevur boðað frá, at hann er til reiðar at spæla, uttan at fáa nakra løn afturfyri. Roberto Carlos hevur seinnu árini spælt í turkiska Fenerbache, men nú vil hann sleppa at enda yrkisleiðina saman við heimsstjørnunum í Real Madrid.