Carlos til Fenerbache

Spanskir miðlar skriva nú, at komandi mótstøðuliðið hjá B36 er í ferð við at vissa sær undirskriftina hjá Roberto Carlos. 33 ára gamli brasiliumaðurin hevur verið í Real Madrid síðani 1996, men seinnu árini hava atfinningarnar verið nógvar. Sambært blaðnum, so er Real Madrid til reiðar at selja spælaran fyri 30 mió kr., og hartil kann Carlos sjálvur síggja fram til eina ársløn upp á góðar 37 mió kr., um skiftið verður veruleiki.