Carlos Tevez er tann stóra hetjan hjá Juventus, aftaná hann skoraði 2-1 sigursmálið ímóti Real Madrid í fyrru Champions League hálvfinaluna fyrr í vikuni.
Nú er Carlos Tevez tó komin í miðlarnar fyri annað enn eitt minniligt mál.
Tað vísir seg, at argentinski framherjin dámar dekan ov væl at traðka á speedaran, og hetta kostaði honum koyrikortið, tá hann tók leiðina gjøgnum kenda Mont Blanc tunnilin, sum liggur á markinum millum Italia og Frakland. Carlos Tevez koyrdi væl omanfyri teir 70 km/t, sum loyvt er at koyra í Mont Blanc tunnlinum.
Hendingin fór fram mikukvøldið, kvøldið aftaná 2-1 heimasigurin hjá Juventus ímóti Real Madrid í Champions League.
Carlos Tevez hevur eisini á sinni roynt at mist koyrikortið, tá hann búði í Manchester í Onglandi. Hetta var í 2013. Tá mátti Carlos Tevez rinda eina upphædd, sum svarar til 11.000 krónur í okkara peningi í bót. Harumframt mátti Carlos Tevez gera samfelagstænastu í 250 tímar í Manchester-økinum.










