Carlos Queiroz gerst landsliðsvenjari hjá Katar

Carlos Queiroz var undan hesum starvinum landsliðsvenjari hjá Iran

69 ára gamli portugisiski venjarin, Carlos Queiroz hevur tikið við starvinum sum landsliðsvenjari hjá Katar.

 

Carlos Queiroz hevur sambært heimasíðuni hjá katarska fótbóltssambandinum fingið ein sáttmála fram til 2026.

 

Undan hesum starvinum var Carlos Queiroz landsliðsvenjari hjá Iran.

 

Áður hevur Carlos Queiroz verið landsliðsvenjari hjá Egyptalandi, Kolumbia, Portugal, Suðurafrika og Sameindu Arabisku Emirríkjunum.

 

Carlos Queiroz hevur eisini eina fortíð sum høvuðsvenjari hjá Real Madrid, og sum hjálparvenjari hjá Sir Alex Ferguson í Manchester United.