Carling Cup finalan í dag

Arsenal og Birmingham bresta saman í Carling Cup finaluni á Wembley í dag. Arsenal hevur ikki vunnið eitt gullheiðursmerki síðani 2005. Arsené Wenger er vísur í, at vinnur Arsenal Carling Cup finaluna, so kann tað geva íblástur til restina av kappingarárinum. Arsenal hevur framvegis møguleikan at vinna allir fýra kappingarnar, ið teir eru við í, Premier League, Champions League, FA Cup og Carling Cup. Men nógvu dystirnir hava sett sítt merki á hópin. Theo Walcott og Cesc Fabregas eru báðir skaddir og taka ikki lut í finaluni.

 

Birmingham hevur ikki havt eitt gott kappingarár, men Carling Cup gevur teimum møguleikan at vinna eitt gullheiðursmerki. Birmingham var seinast í Carling Cup finaluni í 2001, men tapti eftir brotssparkskapping móti Liverpool.

 

Finalan byrjar klokkan 16:00