Orð og tónar , mentanarsamstarvið millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður tikið upp aftur hóskvøldið 20. august.
Tvær bøkur verða viðgjørdar: Bókin um tað góða eftir Carl Johan Jensen og Karitas - við ongum heiti eftir Kristín Marju Baldvindsdóttir, sum Gunvør Balle hevur týtt úr íslendskum. Gittarleikarin Benjamin Petersen stendur fyri tónleikinum.
Dorit Hansen fer at hugleiða eina løtu um innihaldið og ymsar tættir, ið Carl Johan nemur við í sínum skaldskapi, áðrenn Carl Johan og hon fara at práta saman um nýggju bókina. Hans Tórgarð fer at lesa ein brellbita úr bókini.
Eftir steðgin fer Lydia Didriksen at práta við Gunvør Balle um skaldsøguna Karitas - við ongum heiti. Bókin snýr seg um tættir í íslendskari kvinnusøgu, ið eru so sára føroyskir, at pallurin kundi verið Føroyar fyrst í 20. øld.
Eins og í vár, verður Orð og tónar í heyst og vetur tiltakið at uppliva og njóta bókmentir, tónleik og aðra mentan saman.