Carl Ole Olofson 60 ár

   

24. februar fylti Carl Ole Olofson, sølumaður hjá Goodyear í Danmark, 60 ár. Carl Ole er útbúgvin bilmekanikari, og hevur hann arbeitt hjá Goodyear síðan 1977. Hann hevur vitjað í Føroyum í arbeiðsørindum so at siga hvørt ár síðan 1980. Fyrstu árini seldi bilverkstaðurin Essan í Søldarfirði Goodyear. Seinastu fimtan árini hevur hann ferðast kring landið saman við starvsfólkum hjá Super Dekk í Havn. Carl Ole er kendur sum ein sera fryntligur og fyrikomandi maður.
mg