Kendi amerikanski ítróttarmaðurin Carl Lewis sleppur ikki at stilla upp til tingið í statinum New Jersey, sum hann hevði ætlað sær. Orsøkin er, at hann hevur ikki búð í statinum tey seinastu fýra árini, sum valreglurnar krevja. Carl Lewis var annars komin á vallistan til undanvalið hjá demokratunum, sum verður í juni, men nú er navn hansara strikað.
Carl Lewis, sum er 49 ára gamal, vaks upp í New Jersey. Hann hevur átt hús har síðani 2005 og hevur arbeitt á einum studentaskúla síðani 2007. Men myndugleikarnir eru komnir eftir, at hann hevur goldið skatt í Kalifornia, og at hann var skrásettur har sum veljari til fyri stuttum. Harafturat eigur hann hús í Kalifornia og hevur fyritøku har.
Carl Lewis vann níggju olympisk gullmerki í frælsum ítrótti og var níggju ferðir heimsmeistari í renning og longdarlopi.










