Carl Jóhan órógvar bókmentaliga støðuhylin

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út savn við hugleiðingum og greinum eftir Carl Jóhan Jensen, ið eitur Mentir og mentaskapur

Carl Jóhan Jensen hevur meira enn eina ferð órógvað tann bókmentaliga støðuhylin og aftur fyri fingið skolur yvir seg. Hvør minnist ikki kjakið fyri tveimum árum síðani, ið stóðst av úttalilsi Carl Jóhans um kvinnubókmentir. Fyrsta greinin í savninum er júst um hetta evnið undir heitinum "Hugur, um hug, frá hugi, til hugs".

Stubbarnir í savninum "Mentir og mentaskapur" rógva eisini fram undir hetta at siga sína hugsan um bókmentir, men gera annars ikki stórvegis burtur úr júst hesum tátti. Drúgvasta greinin snýr seg um samfelag og mentasøgu, har frásøgumaðurin saman við einum Virgálli fer ígjøgnum føroyska søgu og mentan.

Kendari millum fólk eru ivaleyst stubbarnir um Malakoff ella Koffin, tann váttliga íslendska fornfrøðingin, sum beint eftir seinna heimskríggj flýddi undan íslendskum tjóðveldi til Føroya at finna sær friðskjól. Hesir stubbarnir vórðu lisnir upp í sendingini Vetrarbreytini og eru í stóran mun viðmerkingar til politisku støðu Føroya. Teir varpa eitt huldukent lýsi yvir persónar og hendingar. Gerandiskjak er tað so ikki.

Tá ið Regin Dahl fylti 80 helt Carl Jóhan sermerkta røðu fyri honum, og hon er somuleiðis prentað. Røðarin fer sær krókar á leiðini og hartil síðulop, men kemur loksins til niðurstøðuna: - Ja, hatta er ein meinheftigur fani, hasin Dahlurin. Sagt í positivari merking.

"Mentir og mentaskapur" er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Savnið er 121 síður til longdar og kostar 120 krónur.