Carl Jóhan Jensen fær starvsløn

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, gjørdi herfyri av at lata Carl Jóhan Jensen ársins starvsløn. Starvslønin er fyri 6 mánaðar og verður latin eftir umsókn til Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Nevnd, ið umboðar listafólk, ger tilmæli til landsstýrismannin um, hvør eigur at fáa starvslønina. Hetta er aðru ferð, at starvsløn verður latin sambært játtan á fíggjarløgtingslógini ?Heiðursgávur til mentafólk.? Í 1999 fekk Pauli í Sandagerði starvslønina.

Lýst varð eftir umsóknum 11. mars 2000 við umsóknarfreistin 3. apríl 2000. Á fundi 9. apríl viðgjørdi nevndin tær 12 innkomnu umsóknirnar. Fleiri teirra vóru sera áhugaverdar, umframt at verða vælegnað evni til starvslønarmóttakarar.

Eftir at allar umsóknirnar vóru viðgjørdar, samdist nevndin um at mæla landsstýrismanninum til at lata 6 mánaðar starvslønina til Carl Jóhan Jensen, og staðfesti landsstýrismaðurin tilmæli 19. apríl 2000.

Carl Jóhan Jensen er føddur í 1957 og uppvaksin við Tinghúsvegin í Havn. Hann er cand.phil. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum og er rithøvundur. Fyrsta yrkingasavnið gav hann út sjálvur í 1977. Síðani hevur Carl Jóhan Jensen skrivað fimm yrkingasøvn, tvær skaldsøgur og í fjør kom bókin Mentan og mentaskapur. Tvær ferðir hava bøkur hjá honum verið í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina, og hann fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn í 1990.

Nevndin mælti til, at Carl Jóhan Jensen fekk starvslønina út frá teirri áskoðan, at umsøkjarin lýkur tey krøv, sum sett eru í reglugerðini fyri veiting av heiðursgávum til mentafólk v.m. Harumframt var verkætlanin hjá Carl Jóhan Jensen sera áhugaverd. Carl Jóhan Jensen er í ferð við at skriva eina skaldsøgu, sum tykist at verða bæði spennandi og nýskapandi í føroyskum skaldskapi. Nevndin metti, at starvslønin kann gerast eitt gott amboð hjá rithøvundum at leggja alla orku í arbeiði at skapa og skriva eina nýggja føroyska skaldsøgu.