Flaggdagin, 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn.
Skrúðgongan byrjar klokkan 15, tá Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna.
Flaggfundir hava verið á Vaglinum henda dag í 1941 og 1942, men so var ein steðgur til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók henda siðin uppaftur.
Havnar Hornorkestur bleiv stovnað tann 13 februar 1903. ??Orkestrið er yvir 100 ára gamalt og er tískil eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum.?Havnar Hornorkestur vann evropameistara kappingina fyri hornorkestur (b-bólkurin) í 2004 og bleiv nummar 2. í 2006.
Síðan 2006 hevur orkestrið ikki luttikið í nakrari altjóða kapping. Í 2011 varð Havnar Hornorkestur kosið best spælandi orkestur á Musikkstevnuni 2011, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum.??Daglig húsast orkestri í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.