Carl Herup varð føddur á Eiði 28. desember 1917. Stutt eftir flutti familjan til Vágs at búgva.
Liðugur við skúlan fór hann í 1934 í handilslæru hjá firma J.A. Hjelm í Vági.
Tá lærutíðin var av, fekk hann í 1941 arbeiði á skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro í Klaksvík, og var hann har í átta ár.
Á vári 1949 avgjørdu Carl Herup og starvsfelagin, Poul Als Jensen, at gevast hjá Kjølbro og stovnað partafelag saman við Børge Husted-Andersen, sakførara.
Poul Als og Carl Herup fluttu so báðir við familju til Keypmannahavnar.
Farodane varð stovnað í Keypmannahavn 1. oktober 1949.
Teir byrjaðu við at selja ymiskar matvørur til handlar í Føroyum.
Eisini keyptu teir føroyskan saltfisk og fryst rogn, ið bleiv selt til Danmarkar og aðrastaðni.
Tað sást skjótt, at best mundi verða, at Carl Herup bleiv fastbúgvandi aftur í Føroyum.
Tí varð avgjørt, at hann skuldi flyta heimaftur við familjuni og verða leiðari av eini søludeild her. Hetta varð gjørt, og teir byrjaðu í Bókbindaragøtu 6 í Havn tann 1. september í 1950.
Í 1952 fekk fyritøkan umboð fyri VW bilarnar
Í 1954 flutti Farodane í egnan virkisbygning við Tinghúsvegin í Havn. Har kom skrivstovuútgerð, sum fyritøkan er kend fyri, inn í myndina.
Felagið í Keypmannahavn helt fram til 1965, tá Poul Als Jensen gavst vegna sjúku.
Í 1942 giftist Carl Herup við Annu, f. Nystrøm, ættað av Húsum, tey fingu fimm børn: Ólavur, Jóngerð, Regin, Randi og Jósvein.
Síðan 1976 hava Anna og Carl Herup saman við elsta soninum, Ólavi, staðið fyri felagnum. Í 1980 varð flutt inn í nýggjan virkisbygning í Hoyvík.
Síðan 1983 hevur Ólavur verið stjóri í fyritøkuni.
Carl Herup gavt at arbeiða í 1994, men hann var nevnarformaður í felagnum og hvønn dag - bæði fyrrapart og seinnapart - vitjaði hann á fyritøkuni, og fylgdi hann væl við gongdini.
Saman við øðrum hevur hann spælt tennis í minsta lagi tvær ferðir um vikuna seinnu árini.
Hann var ein av stinnastu bridge-spælarunum í Havnar Klubba, har hann var limur og verið formaður í tveimum umførum. Hann var limur í Rotary-felagsskapinum, har hann eisini hevur verið forseti.