Uppflytararnir í Premier League, Cardiff City, fara at seta met fyri keyp av einum spælara, við at skriva sáttmála við danska Andreas Cornelius frá FC Keypmannahavn.
7,5 milliónir pund skulu feløgini vera vorðin samd um fyri 20 ára gamla áleyparan.
Tað veit BBC Sports at siga frá.
Andreas Cornelius gjørdist toppskjútti i donsku Superliguni seinasta kappingarár við 18 málum.
Keypið knúsar fyrrverandi metið á tríggjar milliónir pund, sum felagið rindaði Sunderland fyri Michael Chopra í juli 2010.
Cornelius er høgt í metum í Danmark, sum hann hevur umboðað á U18, U19 og U20 stigi, áðrenn hann gjørdi debut á A-landsliðnum í september 2012 móti Kekkia.
Hann skoraði sítt fyrsta altjóða mál í einum vinardysti móti Meksiko í einum 1-1 javnleiki 31. januar í ár.
Danin er fyrsta keypið hjá Malky Mackay síðani felagið kom upp í Premier Leagur.









