Nýggji landsliðsvenjarin hjá Onglandi Fabio Capello hevur valt Manchester United-verjuleikaran Rio Ferdinand, sum liðskipara til landsdystin ímóti Fraklandi á Stade de France í París í annaðkvøld. Steven Gerrard var liðskipari ímóti Sveis, og fólk í Onglandi høvdu væntað, at antin hann ella Chelsea-leikarin John Terry fór at verða liðskipari Onglands. Capello hevur ikki tikið endaliga avgerð um hvør skal verða liðskipari tá undankappingin til HM í 2010 fer í gongd í heyst. David Beckham, sum hevur leikt 99 landsdystir fyri Ongland hevur ikki leikt seg inn í hitan hjá Capello enn, og liggur tað enn í óvissuni, um hann nær teimum 100 landsdystunum









