TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr serliga boðskapin Manchester United legendan, Eric Cantona hevur til svenska stórspælararan, Zlatan Ibrahimovic, sum ætlar at gera vart við seg í álopinum hjá Manchester United tey komandi kappingarárini. Talan er um ein part av røðini hjá Eurosport "The Football Commisioner", har Eric Cantona tekur ymiskar skeivar, og stuttligar vinklar uppá fótbóltsviðurskifti.
Eric Cantona hevur fingið við, at Ole Gunnar Solskjær o.a. hava samanborið Zlatan Ibrahimovic við Eric Cantona. Men Eric Cantona minnir Zlatan á, at tað er bara ein kongur í Manchester, men Zlatan skal verða vælkomin at verða prinsur av Manchester.
Annars ber Eric Cantona Zlatani rós fyri at velja Manchester United, og hann sigur, at Zlatan er meiri enn vælkomin at brúka troyggjunummar 7, sum var troyggjunummarið hjá Eric Cantona tey fimm minniligi árini hann spældi við Manchester United.