Cantona er misnøgdur við spælistílin hjá Mourinho

Manchester United-legendan, Eric Cantona heldur, at Manchester United eigur at spæla meira álopskendan fótbólt

 

13 umfør eru farin í Premier League, og Manchester City er átta stig frammanfyri Manchester United. Undirhaldsliga er City eisini langt frammanfyri United.

 

Ein sum ikki er nøgdur við spælistílin hjá Manchester United høvuðsvenjaranum, José Mourinho er Manchester United legendan, Eric Cantona, sum stórspældi fyri United tey fimm árini hann var har millum 1992 og 1997. Hann vann fýra meistaraheiti og tveir FA Cup steypasigrar við United hesi fimm árini.

 

Í einari samrøðu við FULLTIMEDEVILS, sum er ein Manchester United fjeppararás, sum sæst á YouTube sigur Eric Cantona: - Manchester United hevur altíð spælt álopskendan fótbólt, eisini tá Sir Matt Busby var høvuðsvenjari var høvuðsfilosofiin, at liðið skuldi spæla skapandi, álopskent og við nógvum rørslum, sigur Eric Cantona.

 

- Tað er sum við FC Barcelona. Um Barcelona spældi verjukendan fótbólt, so vildi eingin forstaðið nakað sum helst. Í United er tann álopskenda filosofiin sera sterk, men júst nú er tað ringt at skilja hvussu Mourinho ætlar at spæla, sigur Eric Cantona. 

 

Sjálvt um Eric Cantona ikki er heilt nøgdur við spælistílin hjá Manchester United, so undirstrikar hann, at hann bæði vónar og trýr, at José Mourinho fer at føra liðið til nógv steyp: - At vinna dystir er eisini týdningarmikið. Mourinho vil vinna nógv heiti við United. Men fyri mín part so fyritrekki eg ein meir vakran og skapandi spælistíl. Tað var tí eg elskaði at spæla fyri Manchester United, undirstrikar Eric Cantona. 

 

Eric Cantona undirstrikar kortini í samrøðuni, at hann heldur nógv av José Mourinho sum persóni, men tað er bara tað, at hann ynskir sær meiri undirhald tá Manchester United spælir dystir.