Italski landsliðsskiparin, Fabio Cannavaro, er testaður positivur í eini dopingroynd. Italskir miðlar skriva, at talan er um korison, sum er funnið í royndini. Juventus, har Cannavaro spælir í løtuni, sigur, at talan er ikki um doping, men at Cannavaro fekk viðgerð við evninum, eftir at hann varð stungin av ein býflugu. Undir øllum umstøðum hevði Cannavaro ikki spælt við móti Írlandi leygardagin. Hann er nevnliga leikbannaður.










