Umrøða
Ungu fólkini úr Klaksvík høvdu eittans drama á skránni. Afturvið dramatiskum tónleiki framførdu tey eitt drama um menniskju, sum vóru í neyð. So við og við vórðu nøkur bjargað. Onkur teirra kom so at hjálpa til við bjargingini, meðan onnur fóru at gera okkurt annað; at taka myndir av teimum neyðstøddu, telja hvussu nógv tey vóru, og at koma við dømandi prædikum.
Inntil alt knappliga endaði.
Aftaná leikin greiddi ein av leikarunum frá dramanum; hvussu týdningarmikið tað er at verða frelstur, og eisini at tey kristnu eiga at verða við at boða evangeliið, so onnur kunnu verða bjargað.
Tað vardi bara eina lítla løtu, og alt var liðugt, meðan fólk enn vóru á veg inn at hyggja. Man sat eftir við kensluni av, at tað var yvirstaðið alt ov skjótt. Fólk vórðu sitandi eina løtu, at vissa seg um, um hatta veruliga var alt.
Men tað var einfalt og boðskapurin greiður, hóast tað bara vardi nakrar minuttir.










