Campbell til Portsmouth

Portsmouth tykist nú vera farið undir at brúka pengarnar, sum ríki russiski eigarin, Sasha Gaydamak, hevur lovað felagnum. Í fjør rakk tað akkurát til at sleppa undan niðurflyting, men nú tykist Harry Redknapp vera sloppin framat pengapunginum. Í gjár fekk felagið so undirskriftina frá Sol Campbell, sum fram til í fjør var rimmar-fastur í Arsenal-verjuni. Hartil tykist felagið ætlað at keypa David James úr Manchester City, meðan Glen Johnsson (læntur úr Chelsea) og David Thompson úr Wigan longu eru komnir til felagið.