Cameroun í finaluni

Tað eydnaðist ikki vertslandinum við Michael Essien á liðnum at koma í finaluna í African Nations Cup Teir fýrafaldu meistararnir frá Cameroun eru teir fyrstu í finaluni til hetta African Nations Cup endaspælið.

Samuel Eto?o og restin av »leyvunum«, sum landsliðið verður rópt, vunnu 1-0 á Ghana í semifinaluni við mái, sum Alain Nkong skoraði eftir 70 minuttum.

Saman við júst stjørnuni úr Barcelona spældi hann 1-2 og megnaði at fáa bóltin framvið Richard King í Ghana-málinum.

Eftir hetta royndi Ghana at trýsta, men uttan úrslit. Og í yvirtíðini fekk so verjuleikarin hjá Cameroun, Andre Bikey, reytt kort fyri at gera seg inn á eina av teimum, sum royndu at viðgera Riberto Song, tá hesin hevði fingið ein skaða. Og tað merkir so, at Bikey ikki verður við í finaluni.

Hvat mótstøðuliðið verður er ilt at siga, tí í løtuni spæla Egyptaland, sum eru vderandi meistarar, móti favorittunum úr Fílabeinsstrondini, og støðan í hálvleikinum er 1-0 til Egyptaland.