Cameron í Washington

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, kom í dag til Washington at vitja Barack Obama, forseta. Vitjanin varir tríggjar dagar. Eygleiðarar vænta, at Afghanistan stendur ovast á fundarskránni, og at teir báðir eru á einum máli um, at afghanski herurin skal átaka sær ábyrgdina av landsins trygd næsta ár.

Obama segði í gjár, at amerikanararnir fara ikki úr Afghanistan í óðum verkum. Teir seinastu dagarnar hevur støðan verið rættiliga spent, eftir at ein amerikanskur hermaður skjeyt 16 sivilfólk sunnunáttina, og eftir at amerikanskir hermenn brendu nøkur eintøk av koranini.

Í morgin fara Obama og Cameron til Ohio.