Ætlanin var, at bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sum er í Afghanistan, skuldi vitja eina bretska herstøð har suðuri í landinum, men ferðin er avlýst. Bretskar keldur siga, at avlurtaðar telefonsamrøður í syðra parti av Afghanistan kundu bent á, at Taliban hevði fingið frænir av, at Cameron skuldi vitja herstøðina, og at rørslan møguliga fyrireikaði álop. Tí bleiv ferðin avlýst.
David Cameron er á síni fyrstu vitjan í Afghanistan sum forsætisráðharri. Hann hevur hitt Hamid Karza, forseta, og hevur eisini vitjað ein landbúnaðarskúla, sum Bretland hevur fíggjað.