Cameron stúrir fyri nýggjum sáttmála

Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, og bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hittust til kreppufundar á Elysee-borgini í dag, har teir umrøddu ætlanina um ein nýggjan sáttmála, sum skal binda evrulondini til at halda seg innan fyri teir fíggjarligu karmarnar.

Bretland er ikki í evrusamstarvinum, og bretar stúra fyri, at kreppan í evrulondunum kann máa støðið undan bretska búskapinum. Samstundis bera bretar ótta fyri at missa ávirkan í samveldinum, nú Frakland og Týskland knýta tættari og tættari samband.

Aftan á fundin í da legði Cameron dent á, at hann fer at stríðast fyri at verja rættindi Bretlands, um tann ætlaði sáttmálin verður veruleiki.

Mánadagin skal Sarkozy hitta týska kanslaran, Angela Merkel, at tosa nærri um tann ætlaða sáttmálan.